maður mín rennur... hetta hevur við sær, at hann javnan skal hava nýggjar renniskógvar... so at siga hvørja ferð vit eru uttanlands, vita eg og sonurin, at vit sleppa at vitja "intersport, sportmaster, stadium......"
nú eru vit so uttanlands... komu til helsinki hósdagin... og beinanvegin byrjaði tað! fóru í býin, og fyrsti handilin, vit vitjaðu, var intersport... einir asics blivu tiknir av hyllini... teir blivu boygdir á allar møguligar mátar... eg skuldi føla, lyfta... "eru teir ikki lættir, birita? ... fantastiskt!" ... so skuldi hann passa... báðar sjálvandi, man kann ikki bara prøva til annan fótin... og so mugu teir eisini roynast... hann rennir runt í handlinum, runt og runt... hoppar við hvørt... "tað má man, ella veit man ikki við vissu, um tað eru teir røttu"... eg síggi so ongan annan mann renna runt í handlinum á sama hátt!
nú er sunnudagur, og endiliga er tað liðugt! hvussu nógvar ítróttahandlar vit hava vitjað, ja tað havi eg ikki tal á... tað endaði við einum nike air pegasus! 900,- kr., kundi faktis verið verri... hann ivaðist leingi í einum asics fyri 1.400,-...
og nú eru vit so á hotellinum aftur, og har situr hann so glaður... við skógvunum í hondunum sjálvandi!!!

Recent Comments